Frystilínuskipið Eivind kom á Havnina mánadagin, har skipið hevur landað.
- Vit komu á Havnina maánadagin, og høvdu 200 tons, sum vit hava fiskað undir Íslandi, sigur Heri Ellingsgaard, sum hevur verið stýrimaður síðsta túr.
Tað, sum var í lastini var toskur, longa og hýsa.
- Vit hava roynt í 30 dagar hendan túrin, og íslandskvotan er nú fiskað. Vit fara aftur til fiskiskap í dag klokkan 14, og tá fara vit at fiska undir Føroyum, sigur Heri Ellingsgaard.
Eivind verður inni aftur 1. desember tá ið skipið aftur skal landa, og tá skal nýggjur frystikompressari eisini setast í skipið.
Eivind er annað av frystilínuskipunum, sum Háldan Gudmundsen, í Sandavági, eigur. Hitt frystilínuskipið er Mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald