(Upptøka: Jan Danielsen)
--
Dagføring kl. 21:34: Royna at sløkkja tað síðsta
Dagføring kl. 19:38: Eldurin á Slættaberg sløktur
--
Eldur er kyknaður umborð á Slættabergi sum liggur við bryggju í Klaksvík.
Sum skilst skuldi skipið eftir ætlan seljast sum gamalt jarn.
Á løgreglustøðini hava tey ikki tíð at upplýsa nakað sum helst, nú vit ringdu at frætta um støðuna.
Sløkkiliðið er á staðnum.
(Mynd: Jan Danielsen)
Talan er um gamla Smaragd, sum hevur hoyrt til Kósina seinastu nógvu árini. Fyri nøkrum árum síðani varð skipið avloyst av Grønanes, sum varð keyptur í Vestmanna.
(Mynd: Skipalistin)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald