Fríggjakvøldið kyknaði eldur á trolaranum Slættaberg, sum liggur við bryggju í Klaksvík.
Ætlanin var, at løgreglan longu leygardagin skuldi senda ein brandteknikara at kanna, hví eldur kom í skipið, men enn er eldurin ikki kannaður.
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Eldurin skal kannast sum skjótast, men av ymsum orsøkum, verður tað heldur ikki í dag, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Ungdómur spældi umborð
Eldurin var fráboðaður um sjey tíðina fríggjakvøldið. Hann kyknaði á brúnni og breiddi seg niður til kømrini, so tað tók eina løtu at fáa bilbugt við eldinum. Umleið klokkan 22 var eldurin sløktur.
Umleið tveir tímar áðrenn eldurin var fráboðaður, hevði onkur sæð, at millum 10 og 20 ungdómar spældu umborð á Slættabergi og bátinum, sum lá við síðuna av.
Soleiðis sá út í Klaksvík fríggjakvøldið (Upptøka: Jan Danielsen)
--
Sí eisini: Myndir: Stórur partur av brúnni kolaður upp
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald