Klokkan 18.55 í gjárkvøldið varð boðað frá eldi umborð á Slættabergi, sum lá við bryggju í Klaksvík.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at tey fingu eini 15-20 fráboðanir um eldin.
Sløkkiliðið varð boðsent og kom skjótt á staðið. Sum skilst kyknaði eldurin á brúnni, og spreiddi seg niður til kømrini, so tað tók eina góða løtu at fáa bilbugt við eldinum. Men umleið klokkan 22 var eldurin sløktur.
Enn er ógreitt, hví eldur kyknaði, men teknikari fer at kanna skipið nærri í dag, sigur vaktleiðarin.
Umleið tveir tímar áðrenn, at eldurin var fráboðaður, hevði onkur sæð, at millum 10 og 20 ungdómar spældu umborð á Slættabergi og bátinum, sum lá við síðuna av, og vil løgreglan fegin hoyra frá teimum ungu fyri at fáa greiðu á, hvat tað er, sum er hent.
– Vit vilja fegin í samband við tey fyri at vita, hvat tey hava gjørt, og um tey hava sæð ella hoyrt okkurt, sigur vaktleiðarin.
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald