2025-09-27 14:07

Verksmiðjutrolarin Emerald loysti av Havnini í nátt, og hevur sett kós mói Jan Mayen.
Emerald kom til Føroya fyri einum knøppum anaða síðani, og hevur síðani riggað um til botnfiskaveiðu, eftir at trolarin hevur fiskað rækjur seinastu tvey árini.
Tað hevur tikið sína tíð at rigga trolaran til, men í nátt var klárt at fara til fiskiskap.
Emerald fer fyrst at fiska kongafisk, og síðani fer skipið á toskaveiðu í Barentshavinum.
Skipari hendan túrin er John Mikkjal Godtfred.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald