2024-04-21 16:36
Rækjutrolarin Emerald er komin til Tromsø, har skipið skal landa 1.000 tons av rækjum.
Emerald hevur verið á rækjuveiðu í Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Rækjutrolarin byrjaði fiskiskapin 26. februar, og við hendan túrin vóru 20 mans.
Skipari var John Mikkjal Godtfred. Skipið skal skifta manning áðrenn tað fer aftur til fiskiskap eftir rækjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald