2020-06-29 14:59
JFK hevur keypt flakatrolaran Dorado at fiska kongafisk í Irmingarhavinum og í altjóða sjógvi norðan fyri Føroyar umframt tosk í Barentshavinum.
Tað veit Norðlýsið at siga.
Skipið fer væntandi til fiskiskap í august.
Talan er um fyrrverandi Akraberg, sum nú fær gamla JFK-navnið navnið Sjúrðarberg.
Gadus og Sjúrðarberg skulu fiska kvotuna hjá felagnum til nýggi Gadus kemur um tvey ár, skrivar Norðlýsið.
Trolarin er upprunaligi Skálafjall, ið varð smíðaður á Skála í 1987. Hann hevði eisini nøvnini Beinir og Akraberg áðrenn hann varð seldur av landinum og hevur havt nøvnini Polonus, Tunu og nú Dorado og skrásettur í Gdynia í Polandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald