2019-11-06 16:55
Í gjár handaði KJ nýbygning nr. 53 til Bakkafrost.
Tvíkiljan, sum hevur fingið navnið Lambanes, verður heimahoyrandi í Lamba.
Lambanes er 15,5 metrar long og 7 metrar breið, hevur tveir høvuðsmotorar upp á 420 Hk, og ein 115 KVA ljósmotor. Av dekksútgerð kann nevnast ein Palfinger 50 tons/metur krani, eitt 15 tons dekksspæl, ein kapstanur upp á 3 tons og tveir upp á 1,2 tons, sgur KJ í tíðindaskrivi.
Tvíkiljan er útgjørd við messu, WC, arbeiðs- og klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.
Undirveitarar eru millum annað PFJ EL, Gummibátatænastan, Radiobúðin, Kári Jóhannesen, Sámal í Jógvansstovu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald