2021-03-14 13:52
Flakatrolarin Enniberg úr Havn, hevur sett kós móti Føroyum.
Enniberg loysti av Havnini tann 11. januar, og hevur fiskað í norska partinum av Barentshavinum.
Talan hevur verið um góðan fiskiskap, og tilsamans eru 1000 tons í lastini. Skipari hendan túrin hevur verið John Mikkjal Godtfred.
Enniberg verður væntandi á Havnini týsdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald