2019-10-10 20:16
Flakatrolarin Enniberg kom á Havnina týsdagin, har teir skuldu landa.
Enniberg, sum hevur verið á svartkalvaveiðu í Vestur Grønlandi, hevði 100 tons við til lands, sum teir ksulu landa í Havn.
Teir hava havt góðan fiskiskap hendan túrin, og tá ið liðugt er at landa, verður riggað til at fara til fiskiskap í Barentshavinum.
Enniberg hevur gjørt tveir góðar rækjutúrar áðrenn teir fóru til Grønlands at fiska.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald