2019-12-04 06:31
Flakatrolarin Enniberg setti í gjár kós móti Føroyum.
Teir hava verið til fiskiskap í Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Teir byrjaðu í russiskum sjógvi tann 18 oktober, og til endans royndu teir í norskum sjógvi.
Veiðan - 950 tons av flaki, sum teir hava virkað umborð, skal landast í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald