2020-06-03 14:49
Flakatrolarin Enniberg, sum hendan túrin hevur fiskað rækjur, skal landa 760 tons í Tromsø.
Teir loystu 18. mars, og fiskiskapurin hevur verið smáligur hendan túrin, men loksins var skipið fult, og kósin sett móti Tromsø, har teir vera fríggjadagin.
Tá ið liðugt er at landa, koma teir til Føroyar, har teir vera mánakvøldið, og síðani skal skipið skifta manning áðrenn Enniberg fer nýggjan túr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald