2024-03-26 07:29
Flakatrolarin Enniberg, úr Havn, setti um vikuskiftið kós móti Føroyum, har skipið skal landa umleið 900 tons av flaki.
Enniberg hevur verið til fiskiskap í Barentshavinum, og loystu teir av Havnini fyrst í januar.
Fiskiskapurin hevur verið hampuligur hendan túrin, og Enniberg verður á Havnini í morgin, har veiðan skal landast.
Manningin taldi 34, og skiparin hendan túrin hevur verið Karl Danielsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald