- Ja, vit eru til reiðar at sigla 24/7, tað vil siga samdøgrið runt allar dagar í viku, hóast allir, sum sigla við, eru komnir á landsliðið, hvat aldri viðvíkur. Vit eru umborð, ella rættari, knýttir at bátinum í tvær vikur og hava so frí í eina.
- Vit hava fleiri góðar løtur, men so eru vit eisini viðhvørt til arbeiðis seint á kvøldi og um náttina við.
Tað siga Jógvan Pauli í Kongsstovu og Jógvan Mellemgård, sum sigla við losbátinum, Mariu hjá Faroe Agency.
- Arbeiðið hjá okkum við Mariu, er at føra los til útlendsku skipini, sum Faroe Agency umboðar, og sum koma í føroyskar havnir. Vit taka eisini losin av aftur skipunum, tá tey fara avstað aftur. Harafturat hjálpa vit teimum at bryggju og frá aftur, um tað er neyðugt, siga teir.
- Í hesum koronatíðum, hava vit bæði spritt og handskar umborð til egna nýtslu. Losurin er betri útgjørdur, tí hann fer umborð á útlendsku skipini og hevur bæði masku og handskar.
Í gjár var Brandur Højgaard losur, og vit fara nú út móti handilsskipinum, Samskip Crystal, siga Jógvan og Jógvan.
Sjómanstrúboðarin helt frástøðu, so hann stóð uttanfyri hurðina og prátaði og gav teimum sunnudagsblaðið at lesa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald