Antares.fo: Hesa tíðina, meðan tað so við og við verður lagt upp til samanstoytir millum danskar og bretskar fiskimenn um rættin at fiska í bretskum sjógvi aftaná Brexit, er gott at vita, at hjálpsemið og góður sjómansskapur framvegis er í hásætinum, tá tað veruliga stendur á gomlum nøglum.
Tørvur var á skjótari hjálp, tá ein spreinging var umborð á einum bretskum fiskiskipi tætt við Dudgeon Offshore Wind Farm í farnu viku. Talan var møguliga um eina minu, sum var endað í trolinum. Tað skrivar Jydske Vestkysten.
Skiparin á krabbabátinum sendi út neyðarkall, eftir at skipið var farið at leka.
Danska frálandsskipið, Esvagt Njord, var statt nærindis, og sendi beinanvegin Fast Rescue-bátin avstað. Komin til trolaran var greitt, at støðan var nógv verri enn upprunaliga hildið.
Allir átta av manningini høvdu fingið løstir, tríggir teirra álvarsligar løstir. Manningin á bjargingarbátinum sendi beinanvegin boð eftir einum størri “Safe Transfer Boat” frá Esvagt Njord, fyri at fáa løstaðu manningina yvir á danska skipið.
Umborð á Esvagt Njord gav manningin og umboð fyri lokalar kundar, sum vóru staddir umborð, 1. hjálp. Seinni vórðu boð send eftir einari bjargingartyrlu, sum kom eftir teimum trimum harðast skaddu av manningini, og fluttu teir á eitt sjúkrahús í landi.
- Vit eru errin av einaferð enn at gera ein avgerandi mun og tryggja ein eydnusaman enda á einari ógvuliga truplari støðu, sigur Kristian Ole Jakobsen, varastjóri í Esvagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald