Innanlands

Eydnaðist ikki at hála Hellutanga leysan í fyrstu royndini

Enn hevur Hiddenfjord vónir um at fáa fóðurflakan á Víkum leysan. Hóast hjálp frá uppsjóvarskipinum Tróndi í Gøtu, eydnaðist tað ikki í dag

(Mynd: Jn.fo)

(Mynd: Jn.fo)

2021-07-13 17:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein roynd var í dag gjørd at fáa fóðurflakan Hellutanga leysan, men fyrsta royndin bar ikki á mál. Fóðurflakin sleit í illveðrinum á Víkum fyrst í aprílmánað, og rak á land við Reipsáfoss.

Í morgun varð byrja við at blása luft í skipið, og fram móti fullari flóð á middegi var roynt at hála Hellutanga útfrá.

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu stóð fyri at hála Hellutanga leysan.

Tjaldrið, Rescue Sverri, Samson og Pressarin hjá MEST, umframt tríggjar tvíkyljur hjá okkum vóru eisini á staðnum og hjálptu til.

Tað eydnaðist tó ikki í fyrstu royndini, men Hiddenfjord sigur seg enn hava vónir um at fáa Hellutanga leysan í næstum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder