2024-04-12 18:20
Farmaskipini Eystnes og Hvítanes eru strikað úr FAS skipanini, og seld til Noregs.
Tað var tann 14. mars at Smyril Line sendi út tíðindaskriv, og kunnaði um at felagið hevði selt skipini til Noregs.
Manningin hevði fingið at vita at hon var uppsøgd, og skipini eru nú farin úr føroyska flotanum.
Tað er norska felagið Nordwest Ship Management, sum hevur keypt skipini, sum nú fáa nøvnini Link Aurora og Link Polaris.
Hvat skipini eru seld fyri er ikki upplýst.
Eystnes og Hvítanes vórðu strikað úr FAs skipanini tann 8.apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald