Partrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin komu á Toftir fyrrapartin í gjár, har teir skuldu landa.
Parið hevur fiskað gulllaks sunnan fyri Føroyar, og landaðu trolararnir 170 tons, sum varð koyrd í bilum til Tavuna í Leirvík, sum keypir meginpartin av gulllaksinum.
Tá ið Eysturbúgvin og Vesturbúgvin høvdu landað, fóru teir til Havnar, har parið tók ís, áðrenn skipini fóru aftur á gulllaksaveiðu sunnanfyri Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald