2024-03-15 06:36
Farmaflogfarið hjá FarCargo, Eysturoy, lendi í gjár aftur í Vágum við fyrsta farminum úr Billund.
Flogfarið fór í síðstu viku til New York í USA við laksavørum, og umvegis Billund kom flogfarið aftur í gjár.
Ivsamt hevur verið um neyðugu loyvini at lenda, tí veingjavíddin er breiðari enn Vága Floghavn er góðkend til. Fyribils loyvini eru nú komin upp á pláss, og í dag verður aftur farið vestur um hav til USA við laksi.
- Hans Meinhard á Høgabóli var skipari hendan túri og Attli Tróndheim stýrmaður. Uttan so góða flogmanning, sum í dag eru átta í tali, hevði hetta ikki borið til, sigur Birgir Nielsen, stjóri í FarCargo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald