- Tað passaði seg so, og eisini var reiðarin við uppá tað, at vit lasta og gera skipið sjóklárt, og so bíða á Fuglafirði til jólaaftan er liðugur.
- Sostatt fáa vit jólaaftan heima. Tað verður deiligt, hóaast vit loysa aftur á midnátt jólaaftanskvøld.
Tað siga Harry Hansen og Ingvar Hentze, sum eru skipari og stýrimaður á Havfrakt.
- Vit komu úr Norra og skulu aftur til Norra við alifóðri frá Havsbrún. Vit sigla beinleiðis til alibrúkini og hiva síðan fóðrið uppá aliflakarnar. Eftir tí, norsku alararnir siga, so elskar norski laksurin føroyska fóðrið, so tað ljóðar hugaligt, siga Harry og Ingvar.
Seks mans eru við Havfrakt og teir hava fingið jólapakkar frá Sjómansmissiónini.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð tollaksmessudag og heilsaði uppá menninar.
Tíð var eisini til prát, drekka og bøn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald