Seinnapartin í gjár fór fyrstilínuskipið Sandshavið av Havnini við kós móti Eysturgrønlandi.
Hóast árið syngur næstsíðsta ørindi, og veðurlíkindini í Eysturgrønlandi kunnu gerast keðilig, eru teir noyddir at fiska kvotuna nú, tí hon kann ikki flytast til 2023.
- Ja, vit eru ávegis til Eysturgrønlands, fyri at fiska kvotu okkara har áðrenn ársskiftið. Tað er sera óheppi, at vit ikki kunnu flyta hana til komandi ár, eins og aðrir skipabólkar kunnu. Bar tað til, so sluppu vit frá at fari til Eysturgrønlands nú, og harafturat høvdu vit so átt ein fullan túr komandi ár. Tað sigur skiparin Eyðvarður Petersen.
- Tað tók væl longri tíð at umbyggja skipið og gera tað klárt til línufiskiskap, enn vit høvdu rokna við. Tí eru vit so seinir at fara til Eysturgrønlands. Vit vilja vísa samfelagssinnið, og fara eftir tí vit eiga við Grønland, sigur hann.
- Hetta verður óivað seinasti túrur í ár, og vónandi gongur tað væl at fiska kvotuna. Grønlandska línuskipið Masilik, fiskar har nú, men fer inn hálvan novembur. Tí verða vit óivað einsamallt línuskip í Eysturgrønlandi komandi vikurnar, sigur Eyðvarur.
Sjómanstrúboðarin var umborð seinnapartin við jólapakkum til manningina.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald