Innanlands

Fagraberg landar í Fuglafirði

Fagraberg er komin inn við 2.300 tonsum av svartkjafti

Fagraberg (Savnsmynd: Pætur á Líknagøtu)

Fagraberg (Savnsmynd: Pætur á Líknagøtu)

2026-04-17 13:42 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Fagraberg er komið á fuglafjørð, ha skipið skal landa.

Fagraberg hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Fagraberg hevur 2.300 tons við til lands, og byrjaði at landa til Havsbrún á døgurða í dag. tá ið liðugt er at landa, fer Fagraberg aftur á svartkjaftaveiðu. 

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder