Innanlands

Fagraberg landar í Fuglafirði

Fagraberg hevur umleið 2900 tons við til lands

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-03-10 07:18 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Fagraberg kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Fagraberg hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi vestanfyri Írland, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Teir hava millum 28-2900 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður. 

placeholder
placeholder