Fagraberg og Høgaberg inni við svartkjafti

Skipini hava 1400 og 700 tons av svartkjafti

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-02-08 21:03 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið hava verið á svartkjaftaveiðu í ES sjógvi.

Fagraberg er fyrstur at landa, og hava teir 1400 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún.

Høgaberg kemur á Fuglafjørð seinni í kvøld, og má tí bíða til Fagraberg hevur landað sína last. Høgaberg hevur umleið 700 tons av svartkjafti.

Gitte Henning 1 hevur landað smá 300 tons til Havsbrún, og 600 tons á Tvøroyri. Tá ið teir høvdu landað til Havsbrún fóru teir á Runavík, har Finnur Fríði og Jupiter eisini liggja.

Hann sigur sera ringt veður á svartkjaftafeltinum komandi dagarnar og tí verður bíðað til veðrið batnar, áðrenn farið verður aftur til fiskiskap eftir svartkjafti, og tá verður allar helst farið heilt suður í altjóða sjógv at fiska. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder