2021-11-13 20:14
Uppsjóvarskipið Fagraberg kemur á Fuglafjørð í kvøld, har teir skulu landa sild.
Upplýst verður, at fiskiskapurin hevur verið góður.
- Vit hava fiskað í knapt hálvtannað døgn, og fiskiskapurin hevur verið góður. Talan er um góða sild, sum er 360 gramm í miðal, segði Eyðun Gullaksen, skipari, fyri løtu síðani tá vit ringdu umborð.
Fagraberg hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, og Fagraberg fer aftur á sild, tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald