2019-09-05 22:26

Uppsjóvarskipið, sum seinastu tíðina hevur verið á Skála, har ymiskt viðlíkahaldarbeiði er gjørt við skipið, fór til fiskiskap fyrr í vikuni.
Fagraberg fór á makrelveiðu norðanfyri, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Teir hava 1000 tons av makreli, sum skal landast til Pelagos í Fuglafirði, har teir vera tíðliga í morgin.
Flestu føroysku skipini eru nú farin á makrelveiðu í føroyskum sjógvi. Høgaberg liggur tó framvegis á Skála, har teir eru í dokk.
Upplýst verður, at talan er um góðan makrel, sum teir fáa í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald