- Vit eru nú á Toftum eftir ísi, áðrenn vit fara fyrsta túr í ár á gulllaksaveiðu. Hini bæði pørini, Polarhav og Stjørnan og Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fara eisini á gulllaks nú, tí hetta er tíðin, har vit vanliga byrja gulllaksaveiðuna.
Tað sigur skiparin á Skorabergi, Kristen Friis. Skoraberg samtrolar við Fuglberg.
-Vit vita einki, hvussu støðan er hjá gulllaksinum, tí eingin hevur roynt eftir honum nú. Men tíverri bleiv høgætt og kuldi nú, og tað er vánalig fiskiætt allastaðni og eftir øllum fiski, sigur hann.
-Hóast fiskiskapurin eftir upsa hevur verið heldur smáligur í vetur, fingu vit tíbetur nakrar brúkiligar túrar. So nú vóna vit at tað verður væl av gulllaksi at fáa- sigur Kristen Friis.
Aksel, sum saman við øðrum var upptikin av at taka ís, var spentur at sleppa á gulllaksaveiðu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald