Innanlands

Farnir í norskan sjógv at leita eftir makreli

Gitte Henning 1 er farin í norskan sjógv at royna

Myndin er tikin seinnapartin í gjár av makrelfeltinum í føroyskum sjógvi (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Myndin er tikin seinnapartin í gjár av makrelfeltinum í føroyskum sjógvi (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2019-09-19 11:28 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fiskiskapurin í føroyskum sjógvi, hevur verið sera smáligur seinastu dagarnar.

Nøkur av uppsjóvarskipunum fóru í norskan sjógv fyrr í vikuni. Tey vóru Høgaberg, Katrin Jóhanna og Norðingur.

Hini skipini Tummas T, Gitte Henning 1, Hoyvík og Fram, valdu at leita eina løtu aftrat í føroyskum sjógvi.

Gitte Henning setti seint í gjárkvøldið kós í norskan sjógv, meðan Tummas T, Hoyvík og Fram framvegis eru í føroyskum sjógvi.

Borgarin kom í norskan sjógv í gjár, og leitar eisini, umframt nøkur norsk skip.

Tað er lítið at síggja, men veðrið er gott, men hann byrjar spakuliga at vaksa um vindin.

Skipini, sum fiskaðu í norskum sjógvi fyrr í vikuni, eru øll farin inn at landa.

Høgaberg skal landa 740 tons í Fuglafirði, Norðingur skal landa 1100 tons í Kollafirði, og Katrin Jóhanna skal landa 350 tons í Vestmanna og í Vágunum. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder