Klokkan hálvgum átta í gjáramorgunin fekk MRCC fráboðan um, at ein útróðrarbátur hevði fingið maskinbrek.
Hann fiskaði vestan fyri Sandoynna og var staddur átta fjórðingar vestan fyri Trøllhøvda.
Sambært Vørn var skiparin einsamallur umborð, og tað tók fýra tímar og tveir minuttir, frá tí fráboðanin kom, til báturin var inni á Miðvági.
Tað var Rescue Sverri, sum vanliga liggur í Miðvági, ið sleipaði, og sambært vakthavandi á MRCC gekk alt sum ætlað. Góða veðrið gjørdi sítt til í hesum sambandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald