2025-03-18 07:28

Um middagsleitið í gjár sendi ein útróðrarbátur, sum var til fiskiskap norðan fyri Føroyar, boð eftir hjálp, eftir at hann hevði fingið trupulleikar við róðrinum.
Rescue Vón fór av Eiði og sleipaði útróðrarbátin til Eiðis. Bátarnir vóru aftur á Eiði út móti klokkan 19.
Eisini sunnudagin vóru boð send umvegis MRCC eftir sleipi. Tað var ein smábátur, sum hevði mist róðrið út fyri Borðoyarvík. Rescue Ziska sleipaði bátin til lands, framgongur á heimasíðuni hjá Vørn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald