Innanlands

Fer av landinum so skjótt alt er komið uppá pláss

Uppsjóvarskipið Høgiklettur er selt til Noregs

Høgiklettur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Høgiklettur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2019-10-24 20:08 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað var fyrr í dag, at tað varð kunngjørt, at uppsjóvarskipið Høgiklettur, sum hevur ligið á Søldarfirði í eitt knapt ár, er selt til Noregs.

Dávið Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Varðanum, upplýsir at tað endaliga skal koma uppá pláss, og so setur skipið kós móti Norra.

Høgiklettur skal skifta navn, og fær navnið Ice Fjord, og skal sum skilst fiska eftir krabbum.

Dávið Jacobsen sigur, at teir ynskja ikki at upplýsa søluprísin, men at teir eru nøgdir.

- Vit upplýsa ikki søluprísin, men vit eru nøgdir, og nú er eisini eitt skip minni at selja.

Reiðaríið hevur eisini leypt Gitte Henning úr Skagen, sum skal fiska fyri Trónd í Gøtu, sum skal hava nýggj gir. Skal Gitte Henning vera verandi í føroyska flotanum, so má eitt skip seljast aftrat.

- Vit hava Jupiter eftir, sum vit ynskja at selja, men har er eingin áhugi, men nú vit eru slopnir av við Høgaklett, birtist ein vón hjá okkum at sleppa av við Jupiter eisini, sigur Dávið Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Varðanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder