Innanlands

Feskvatnsgoymsla skal basa nýggjari sjúku

Alifyritøkan Luna leggur feskvatnsgoymslu út at brúka at basa laksasjúkuni AGD

Atli Gregersen (Savnsmynd)

Atli Gregersen (Savnsmynd)

2019-05-29 07:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Alifyritøkan Luna, sum hevur alitstøð á Miðvági hevur fingið loyvi frá Vága kommunu at taka feskvatn úr eini á í Miðvági og savna tað í einum ringi á vágni, so at feska vatnið kann brúkast í viðgerðini av eini nýggjari sjúku, sum er komin til Føroya.

Í fjør heyst varð ein ringur á Miðvági raktur av hesi sjúkuni, kallað AGD, og í Degi og Viku í gjárkvøldið greiddi Atli Gregersen, stjóri frá, at tilburðurin kostaði alifyritøkuni umleið 50 milliónir krónur í mistari inntøku.

Hetta tí, at ein partur umleið 500 tons av laksi doyði og mátti burturbeinast, og restin mátti slaktast fyri tíð.

AGD er ein vera, sum setir seg í táknirnar á laksinum. Sjúkan varð fyrstu ferð staðfest í Avstralia, men hevur breitt seg til okkara leiðir eisini.

Viðgerðin av sjúkuni er einføld, tí hon krevur einans feskvatn.

Vága kommuna hevur nú givið Luna loyvi at taka vatn úr Hóssá, sum rennur út í bátahylin í Miðvági og leggja eina leiðing eftir botni og út til brimgarðin í Miðvági, har ætlanin er at hava flótandi festvatnsgoymslu at brúka í viðgerðini móti AGD. Slík veskvatnsviðgerð er roynd á Sørvági eisini við góðum úrsliti, segði Atli Gregersen við Dag og Viku í gjárkvøldið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder