Innanlands

Fingu 16 tons í einum kastið

- Vit hava gjørt seks túrar, og fiskiskapurin hevur verið í lagið. Nakrar túrar hava vit fingið uppí bátin, sum er góð 20 tons

(Mynd: Sjómansmissiónin)

(Mynd: Sjómansmissiónin)

2025-11-14 20:10 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Klokkan 17 seinnapartin kom lítli nótabáturin Katrin, inn í bátahavnina í Søldarfirði.

Teir høvdu roynt eftir brislingi á Tangafirði, og væl hilnaðist.

- Í dag lá væl fyri. Vit kastaðu eina ferð og fingu umleið 16 tons av brislingi. Í dag kastaðu við út fyri Kollafirði. Tað sigur manningin á Katrin, sum í dag taldi fýra mans.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

- Vit hava gjørt seks túrar, og fiskiskapurin hevur verið í lagið. Nakrar túrar hava vit fingið uppí bátin, sum er góð 20 tons. Í ár byrjaðu vit 5. novembur, meðan vit í fjør byrjaðu 22. novembur, siga teir.

Hvussu er støddin á brislinginum?

- Støddin er ymisk og hann er feitur. Hann verður seldur til Tavuna í Leirvík, sum skilur hann í støddir. Tann stóri brislingurin verður lakaður í tunnir, meðan tann lítli verður frystur í blokkar, siga teir.

Sjómansmissiónin ynskir teimum og sjófólkinum annars Guds signing og varðveitslu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder