- Vit hava roynt í fýra dagar eystan fyri Føroyar eftir svartkjafti og hava 1800 tons. Tað er stórur og góður svartkjaftur, sum vit í dag landa til Havsbrún.
Vanliga landa vit svartkjaftin í Íslandi, men nú varð so keðiligt veður, so vit landað í Føroyum hesaferð.
Tað siga mennirnir umborð á pelagiska trolaranum Margret frá Akureyri.
- Í løtuni eru tað sjey íslendsk skip, sum royna eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, saman við føroyskum og russiskum skipum.
- Vit kenna okkum altíð vælkomnar til lands í Føroyum og her er góð tænasta til skipini, siga teir.
Níggju mans eru við Margret, sum fer aftur til fiskiskap tá veðrið verður betri.
Teir vóru blíðir við sjómanstrúboðaran, sum vitjaði umborð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald