- Ja, tað var væl av fiski at fáa, tí vit fingu umleið 135 kassar í miðal uppá dagin hendan túrin. Vit royndu vestur úr Mykinesi, og har royndu fleiri onnur línuskip. Eg hugsi, at tey flestu høvdu góðan fiskiskap.
Tað sigur Heri Ellingsgaard, sum var skipari á Vesturhavinum hendan túrin. Vanliga er hann stýrimaður.
- Vit hava 1100 kassar, sum eru góð 135.000 pund á átta setum. Tað er nærum helvt um helvt toskur og hýsa. Fiskurin er í hampiligum standi og í væl betri standi enn tann, sum fæst inni við land, sigur hann.
- Vit vóru 15 mans hendan túrin, annars eru vit mest 14 við. Teir eru bæði raskir og vinarligir at sigla saman við, og tí er ein góður hýrur umborð, sigur Heri.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð á middegi, tá teir landaðu á Toftum. Har heilsaði hann uppá Tom Nordendal, sum er kokkur; Hera Johannesen, sum er maskinmeistari og Hera Ellingsgaard, sum var skipari.
Tíð varð bæði til prát, drekka, Guds orð og bøn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald