2024-04-11 19:04
Í mai verður nýggi Finnur Fríði latin reiðarínum Varðanum, og í dag hevur skipið verið royndartúr beint út fyri Skagen, har skipið verður smíðað.
Finnur Fríði er 88 metrar langur og 17,5 metrar breiður. Skipið fer at lasta 3000 tons.
Kostnaðurin fyri skipið liggur um 350 milliónir krónur.
(Skíggjamynd: Fishfacts)
Finnur Fríði við bryggju í Skagen (Mynd: Varðin)
Sí eisini: Tvey nýggj føroysk uppsjóvarskip við bryggju í Skagen
Sí eisini: Myndir: Tekur skap umborð á Finni Fríða
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald