Innanlands

Tvey nýggj føroysk uppsjóvarskip við bryggju í Skagen

Finnur Fríði verður latin í næsta mánað og Høgaberg seinni í ár

(Mynd: Karstensens Skibsværft)

(Mynd: Karstensens Skibsværft)

2024-04-10 08:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú liggja tey bæði har. Á vestara tvørmola hjá Karstensens Skibsværft í Skagen. Finnur Fríði verður latin Varðanum í mai mánað, og í oktober/november mánað fær Framherji nýggja Høgaberg.

Tað var í september í fjør, at skrokkurin hjá Finnur Fríða kom til Skagen, og tað gongur skjótt. Sjey mánaðar seinni fer at nærkast til, at skipið er liðugt og klárt at fara í vinnu.

Skrokkurin hjá Høgabergi kom til Skagen fyri góðar viku síðan, so har er arbeiðið umborð júst byrjað.

[object Object](Mynd: Karstensens Skibsværft)

Finnur Fríði og Høgaberg eru systurskip, og tey eru bæði 88 metrar lang og 17,5 metrar breið. Finnur Fríði fer at lasta 3.000 tons meðan Høgaberg fer at lasta 3.400 tons.

Sí eisini: Myndir: Tekur skap umborð á Finnur Fríða

--

Tá Finnur Fríði kom til Skagen í september 2023:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder