2019-11-27 18:14
Uppsjóvarskipið Finnur Fríði kom á Tvøroyri í gjár, har teir skuldu landa.
Teir hava verið á makrelveiðu í føroyskum sjógvi, og hava landað veiðuna til Varðan Pelagic.
Tá ið Finnur Fríði kom á Tvøroyri landaði Gitte Henning 1, og tí mátti Finnur Fríði bíða til um middagsleitið í gjár áðrenn teir sluppu framat.
Aftaná Finn Fríða, skal Jupiter landa til Varðan Pelagic.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald