Innanlands

Finnur Fríði hevur landað í Fuglafirði

Finnur Fríði hevur landað 1.300 tons av svartkjafti til Havsbrún

Finnur Fríði (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Finnur Fríði (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-03-21 06:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði hevur júst landað 1.300 tons av svartkjafti til Havsbrún.

Finnur Fríði byrjaði fiskiskapin í altjóða sjógvi vestanfyri Írland, og kom síðani í føroyskan sjógv, tá ið svartkjafturin hvarv í altjóða sjógvi.

Fiskiskapurin undir Føroyum var tó heldur smáligur, og Finnur Fríði kom í gjár á Fuglafjørð við 1.300 tonsum, sum eru landað til Havsbún.

Hjá Havsbrún verður fiskiskapurin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder