2024-08-24 16:01
Hátíðardámur í Gøtu í dag. Fyri løtu síðan stevndi nýggjasta skipið hjá Varðanum, Finnur Fríði, á Gøtuvík og legði at í Norðragøtu.
Fitt av fólki er komið saman á keiini í Norðragøtu har dópur var.
Finnur Fríði er 88 metrar langur og knapt 17 metrar breiður. Skipið lastar umleið 3.000 tons av uppsjóvarfiski.
Stásiliga skipið er gjørt liðugt á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen og skrokkurin er bygdur í Póllandi.
Vit hava fleiri myndir seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald