2020-04-27 09:18
Uppsjóvarskipið Finnur Fríði kom í nátt á Fuglafjørð, har teir skulu landa.
Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og hava umleið 2400 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún.
Teir sluppu framat beint sum teir komu inn, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur til fiskiskap eftir svartkjafti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald