Innanlands

Finnur Fríði landar í Fuglafirði

Finnur Fríði landar 1.000 tons til Havsbrún

Finnur Fríði (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Finnur Fríði (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-11-14 11:13 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði er komið á fuglafjørð, har skipið skal landa til Havsbrún.

Finnur Fríði byrjaði túrin í íslendskum sjógvi, har skipið skuldi fiska sild, men fiskiskapurin var so smálígur, at avgerð var tikin um at fara á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.

Finnur Fríði landar 1.000 tons til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder