Innanlands

Finnur Fríði landar sild á Tvøroyri

Uppsjóvarskipið kom á Tøvoyri í nátt

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-10-05 22:13 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Finnur Fríði hevur roynt í íslendskum sjógvi, og veiðan verður landað til Varðin Pelagic.

Teir hava 1600 tons av góðari sild, og fiskiskapurin hevur verið góður hendan túrin.

Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, har føroysku skipini hava góðan fiskiskap í løtuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder