2020-06-03 11:28

Uppsjóvarskipið kom fyrr í vikuni á Fuglafjørð, har teir løgdu útgerð upp, og fyrireika seg nú til at fara í dokk á Skála.
Fiskiskapurin eftir svartkjafti er smáligur í løtuni, og tað loysir seg ikki at leita meira, og tí eru teir givnir við fiskiskapinum fyribils, og fara í dokk á Skála.
Arbeiðið skal byrja fyrst í komandi viku, og er talan um vanligt viðlíkahald, sum verður gjørt hvørt ár.
Tá ið liðugt er í dokkini, verður bíðað til makrelfiskiskapurin tekur seg upp í august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald