Innanlands

Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu landa sild á Tvøroyri

Bæði skipini hava 1900 tons av sild við til lands

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-11-03 20:50 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipini Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu hava fiskað sild í íslendskum sjógvi.

Finnur Fríði var fyrstur at landa, og høvdu teir 1900 tons av góðari sild við til lands, sum teir landaðu til Varðan Pelagic.

Tir vórðu lidnir at landa tíðliga í morgun, og tá slapp Tróndur í Gøtu framat.

Tróndur í Gøtu hevði somuleiðis 1900 tons av sild, sum teir eisini skulu landa til Varðan Pelagic á Tvøroyri.

[object Object] Tróndur í Gøtu - Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder