2018-10-15 21:16
Uppsjóvarskipið Finnur Fríði siglur av sildafeltinum.
Teir koma á Tvøroyri í kvøld, har veiðan verður landað.
Upplýst verður, at teir hava 1500 tons av sild, sum skal landast til Varðan Pelagic á Tvøroyri.
Talan er um góða stødd - umleið 400 gramm.
Tá ið teir hava landað, verður fari aftur á sildaveiðu norðanfyri ií føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald