Innanlands

Finnur Fríði skal landa svartkjaft í Íslandi

Uppsjóvarskipið skal landa 2200 tons

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-01 07:11 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði setti í gjár kós móti Íslandi, har teir skulu landa.

Teir byrjaðu túrin í ES sjógvi, men komu síðan í føroyskan sjógv at royna, har teir hava verið einasta føroyska skipið á feltinum, meðan hini vóru russisk.

Teir hava fiskað 2200 tons av svartkjafti hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Sum skilst so er prísurin 2,10 krónur í Íslandi, meðan hann er í millum 2,20-25 krónur í Danmark.

Í Føroyum er prísurin 2 krónur kilo.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder