Innanlands

Finnur Fríði sleppur framat at landa í morgin

Finnur Fríði skal landa sild til Varðan Pelagic

2018-11-03 09:27 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Finnur fríði kom á Tvøroyri í gjár, har teir skulu landa.

Tá ið Finnur Fríði kom á Tvøroyri, landaði Jupiter sína sildalast, og Finnur Fríði sleppur tí ikki framat fyrr enn í morgin.

Upplýst verður, at teir hava 1800 tons av góðari sild, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi.

Tá ið teir hava landað, fara teir aftur á sildaveiðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder