Innanlands

Finnur Fríði verður helst Tróndur í Gøtu í eitt tíðarskeið

Varðin skuldi selja Finn Fríða í sambandi við at reiðaríið yvirtekur ein nýbygning við sama navnið um stutta tíð, men seldi heldur Trónd í Gøtu

Núverandi Finnur Fríði fær helst navnið Tróndur í Gøtu í eitt tíðarskeið til nýtt skip er bygt fyri Trónd í Gøtu (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Núverandi Finnur Fríði fær helst navnið Tróndur í Gøtu í eitt tíðarskeið til nýtt skip er bygt fyri Trónd í Gøtu (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-03-03 17:59 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Greining: Varðin skuldi selja Finn Fríða í sambandi við at reiðaríið yvirtekur ein nýbygning við sama navnið um stutta tíð, men seldi heldur Trónd í Gøtu, tí at reiðaríið fekk eitt so mikið gott boð uppá skipið, at tað kundi ikki siga nei.

Vit gera her eina greining av flotanum hjá Varðanum.

Nýggi Finnur Fríði undirskrivaður
Tað var tann 21. desember í 2021, at tað gjørdist alment, at Varðin í Gøtu hevði undirskrivað ein sáttmála við Karstensens skipasmiðjuna í Skagen, um at byggja eitt nýtt og framkomið nótaskip til reiðaríið, sum skuldi latast reiðarínum í í januar 2024.

Núverandi Finnur Fríði er bygdur í Noregi í 2003, og er sostatt gott 20 ára gamal, og eitt av eldru skipunum hjá Varðanum.

Nýggi Finnur Fríði verður 88 metrar langur, og knapt 18 metrar breiður, og kostar umleið 350 milliónir krónur. Skipið er tó nakað seinakð, og kemur ikki fyrr enn seint í mai ella í juni í ár.

[object Object]Nýggi Finnur Fríði kemur til Føroyar tíðliga í summar. Myndin er úr Skagen í summar tá skrokkurin kom til Danmarkar (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Núverandi Finnur Fríði bleiv settur á sølulista í fjør, men lítil áhugi var fyri skipinum, og Varðin kundi vænta at hava fýra skip í eitt tíðarskeið. 

Tann støðan broyttist tó tann 15. februar í ár.

Tróndur í Gøtu seldur til Noregs
Tann 15. februar gjørdist tíðindini almenn, sum høvdu ljóðað í nakrar dagar. 

Eitt norskt reiðarí hevði verið í Føroyum og hugt eftir Trónd í Gøtu, og nú var sáttmálið undirskrivaður.

Tó vita vit ikki hvat skipið er selt fyri, men keldur, sum Portalurin hevur tosað við, hava upplýst, at søluprísurin liggur um 200 milliónir krónur. Hetta er tó ikki váttað av reiðarínum. Tróndur í Gøtu kostaði umleið 230 milliónir at byggja í 2010.

Tað er norska reiðaríið K.Halstensen í Bekkjarvik, sum hevur keypt Trónd í Gøtu, sum reiðaríið yvirtekur tann 1. mai í ár.

Norsku keypararnir eru í gongd við at byggja eitt nýtt skip í Skagen, har Varðin eisini byggir nýggja Finn Fríða, men skipið hjá norðmonnunum er so mikið nógv seinkað, at reiðaríið mátti útvega sær annað skip. Hetta so, at reiðaríið ikki misti kvoturnar, sum hoyrdu til skipið. 

[object Object]Varðin hevur selt Tróndur í Gøtu til Noregs, sum skal latast nýggju eigarunum í mai í ár (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Leitað varð í eina tíð eftir einum hóskandi skipi, og fyri tíð síðani vóru norðmenninir í Føroyum og hugdu at Tróndi í Gøtu. Tað gekk tó ikki long tíð, so vóru teir aftur í Føroyum, og hesaferð vóru ørindini greið. Teir skuldu keypa Trónda í Gøtu, og síggja skipið enn einaferð áðrenn sáttmálin bleiv undirskrivaður.

Varðin fer at tekna nýtt skip fyri Trónd í Gøtu
Av tí at Tróndur í Gøtu nú bleiv seldur og ikki Finnur Fríði, so fer Finnur Fríði framhaldandi at hava heimstað í Føroyum, hóast nýggi Finnur Fríði kemur í mai/juni í ár.

Tí fer núverandi Finnur Fríði helst at skifta navn til Tróndur í Gøtu til nýtt skip kemur fyri hendan um nøkur ár. 

Tilgongdin til nýtt skip er tó drúgv. Tí at alt hendi so brádliga, má Varðin nú í gongd við at tekna nýtt skip. 

Ein gyltur møguleiki er at byggja nýtt skip á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen, har samstarvið hevur verið gott í fleiri umførum, og Karstensens hevur eisini drúgvar royndir við at byggja uppsjóvarskip, men tí bíðitíðin nú er blivin so drúgv, er ikki óhugsandi at Varðin leitar sær aðrar vegir at byggja nýtt uppsjóvarskip fyri Trónd í Gøtu.

Eitt boð er at reiðaríið fer at tosa við Salt Ship Design, sum hevur teknað Gøtunes, sum eigararnir eru sera glaðir fyri. Um so er at Varðin ger hetta, verður skipið helst bygt í Noregi, har tað helst kostar tað sama sum at byggja í Skagen. Veitingartíðin er styttri í Noreg.

Eigararnir í Varðanum leggja seg eftir at fáa sjógóð skip, og eru sera fegnir fyri Gøtunes, sum er sera róligur á sjónum. Nakað, sum skipini, sum Karstensens byggir, eru kend fyri ikki at vera. 

Eisini er Tróndur í Gøtu tiltikin sjógóður, og tí er ikki hugsandi, at byggja eitt minni sjógott skip fyri Trónda í Gøtu.

Felagið, sum teknaði Tróndur í Gøtu á sinni bleiv seinni selt, men grundleggjararnir í felgnum eiga í dag fyritøkuna Salt Ship Design.

Væntandi fáa vit munandi meira at vita um nýggja Trónd í Gøtu áðrenn summarið er av.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder