Firum hevur luttikið í stórari granskingarverkætlan, sum fer at gera tað skjótari og nemmari at meta um hjartaheilsuna á alilaksi, og úrslitini frá verkætlanini eru nú útgivin í altjóða tíðarriti, skrivar Firum í tíðindaskrivi.
Heidi S. Mortensen, lívfrøðingur og PhD lesandi luttók vegna Firum í granskingarverkætlanini saman við einum toymi av granskarum úr Noregi og Svøríki. Leikluturin hjá Heidi og Firum var at innsavna og avmynda 773 hjørtu frá øllum trimum føroysku alifeløgunum og at verða við at greina data frá kanningunum.
Longu í 2003 varð staðfest í norskari kanning, at hjørtu á alilaksi víktu frá hjørtum á villum laksi. Hjørtuni hjá villum laksi eru meiri avlong og tríkantað, meðan hjørtu hjá aldum laksi eru styttri og meiri avrundað. Kanningar hava víst, at avvíkjandi hjørtu føra við sær at hjartað ikki virkar optimalt, og er fiskurin tí meiri sárbærur í mun til strongjandi handfaring, so sum avlúsing.
Kanningar hava eisini víst, at tað eru serliga ávís avvíkjandi formaði hjørtu, sum eru sett í sambandi við økt felli vegna strongjandi handfaring. Hjartaskapið á alilaksi kann tí siga nógv um “robustheitina” hjá laksinum, og tí kunnu kanningar av útsjóndini á hjørtum hjá laksinum nýtast ítøkiliga at meta um hvussu robustur alilaksur er td. tá teir skulu avlúsast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald